26.09.2015 - Av: fp

Javna kafé í Runavík

Øll eru hjartaliga vælkomin á Javna kafé í kantinuni á Skúlanum við Løkin týskvøldið 29. september kl. 19. Luttakarar frá Special Olympics, ið vóru við í USA í summar, fara at greiða frá um túrin.

 

Í summar luttóku 18 av okkara fremstu ítróttarfólkum úr ÍSB á Special Olympics World Games í Los Angeles. Tey luttóku í boccia, borðtennis, svimjing, fótbólti og frælsum ítrótti. Umframt at fleiri teirra settu persónlig met, so vunnu tey tilsamans heili 11 heiðursmerki!

 

Týskvøldið fara nakrir av luttakarunum at fortelja frá hendingaríka túrinum, umframt at vísa fram myndir. Javni bjóðar ein góðan drekkamunn afturvið.

 

Vit eru sera stolt av okkara ítróttarfólkum, og tað verður spennandi at hoyra hvat tey hava at fortelja. Øll eru hjartaliga vælkomin á kafé. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.