30.09.2015 - Av: fp

Hugnalig Javna kafé

Á Special Olympics snýr tað seg ikki bert um at verða best - øll tey luttakandi ítróttarfólkini eru vinnarar.

 

Í gjárkvøldi var sera hugnalig Javna kafé í kantinuni á Skúlanum við Løkin. Økisnevndin í Eysturoynni hevði gjørt kantinuna so hugnaliga við livandi ljósum, og tær bjóðaðu ein góðan drekkamunn við heimabakaðari køku afturvið.

 

Evnið fyri hesa Javna kafé var Special Olympics leikirnir, ið vórðu hildnir í Los Angeles í summar. 18 føroysk ítróttarfólk luttóku á leikunum í greinunum boccia, borðtennis, svimjing, fótbólti og frælsum ítrótti. Umframt at fleiri teirra settu persónlig met, so vunnu tey tilsamans heili 11 heiðursmerki! 

 

Hendrik, ið var sum hjálparvenjari í fótbólti, greiddi frá søguni hjá Special Olympics, og um túrinum hjá føroyska hópinum. 

 

Tað var Eunice Kennedy Shriver, ið byrjaði leikirnir heima í garðinum hjá sær sjálvum í 60-unum, og síðan hava leikirnir ment seg til tað, teir eru í dag, við fleiri túsund luttakarum frá øllum heiminum. Eitt heilt serligt við Special Olympics er, at tað er ikki tað mest týdningarmikla at vinna - øll ítróttarfólkini eru vinnarar, og øll fáa medalju.

 

Tað var stuttligt at síggja myndir frá ferðini, frá stóru setanini har 177 ymisk lond tóku lut, og frá støðunum, ið tey høvdu vitja.

 

Stuttligt var at hoyra ítróttarfólkini sjálvi greiða frá um teirra upplivingar í LA. Hóast tað var øgiliga heitt at kappast í 35 hitastigum, og onkur hevði fingið eina ógvusliga takling í einum fótbóltsdysti, so vóru tey á einum máli um, at tað hevði verið ein góð uppliving at luttaka í leikunum.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.