08.10.2015 - Av: fp

Bank bank...

Javnavinir ganga í hesum døgum hús úr húsi og selja álmanakkan fyri 2016, so nú ræður um at hava ein 100-krónuseðil inni...

 

Álmanakkin fyri 2016 setur kikaran á bústaðir til fólk við menningartarni.

 

Fleiri kanningar staðfesta, at tað er betri bæði fyri búfólk og starvsfólk, at búeindir til fólk við menningartarni eru smáar. Nógvar av hesum kanningum byggja á ‘regluna um lítla bólk’, sum svenski professarin í psykiatri, Karl Grunewald, hevur ment, og sum fleiri av trendsetarunum á økinum, bæði í Norðurlondum og altjóða, hava tikið undir við. Mánaðartekstirnir í 2016 snúgva seg um viðurskiftir, sum viðvíkja regluni um lítla bólk. 

 

Álmanakkin kostar 100 kr og, vit vóna at okkara seljarar verða væl móttiknir.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.