05.11.2015 - Av: Klaksvíkar Kommuna

Theodor Esmar fingið vart starv í Klaksvík

Sum nakað nýtt hevur ítróttardepilin hjá Klaksvíkar kommunu sett Theodor Esmar Hansen í vart starv.

 

–Hetta er eitt frálíkt átak, sum báðir partar kunnu fegnast um, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

_______________________________________________________________________________________

 

Í hesum døgum, har ráðstevnan Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn er um at verða klár at sjóseta, gleðast vit í Javna at lesa hesa greinina, sum stendur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu. 

_______________________________________________________________________________________

 

35-ára gamli Theodor Esmar Hansen er menningartarnaður. Hann er kollfirðingur, men hevur búð í Runavík í nógv ár, og har hevur hann fingist við at rudda ítrottarøkið við Løkin.

 


Í summar flutti Theodor Esmar til Klaksvíkar, tí hann fekk íbúð á Heygavegnum. Stutt eftir tilflytingina setti hann seg í samband við ítrottardepilin hjá Klaksvíkar kommunu fyri at spyrja um arbeiði, og nú arbeiðir hann so í vardum starvi við at rudda ítrottardepilin tríggjar dagar um vikuna. Harumframt arbeiðir hann framvegis í Runavík tveir dagar um vikuna. Theodor Esmar er sjálvur sera fegin um at sleppa til arbeiðis, og serliga er hann glaður fyri tær sosialu relatiónirnar, sum starvið gevur honum.

 


Torkil Mørkøre, leiðari er sera væl nøgdur við nýggjasta starvsfólkið. – Theodor Esmar hevur sum fasta uppgávu at halda ítróttardepilin ruddiligan, og vit hava longu lagt til merkis, at økið er blivið munandi ruddiligari, síðani hann byrjaði, sigur Torkil. Hann leggur afturat, at Theodor Esmar røkir sínar uppgávur sera væl. – Býargartnarin hevur eisini fleiri ferðir nevnt, hvussu nógv penari og ruddiligari ítrottarøkið er blivið, so vit eru ordiliga glaðir fyri tað arbeiðið, sum Theodor Esmar ger. 

 


Í dag legði borgarstjórin leiðina framvið ítrottarøkinum, har hann heilsaði uppá Theodor Esmar og ynskti honum vælkomnum til Klaksvíkar og í starv hjá kommununi. Borgarstjórin er somuleiðis fegin um avgerðina um at seta Theodor Esmar í vart starv. – Eg eri glaður fyri, at Theodor Esmar er komin til arbeiðis á ítrottardeplinum.

Sum kommuna leggja vit nógva orku í, at allir borgarar skulu trívast og sleppa framat í okkara býi. Nú eru íbúðarmøguleikarnir á hesum økinum batnaðir munandi, og tí er tað sjálvandi neyðugt, at vit fylgja við og gera okkara fyri, at fólk við skerdum førleikum gerast ein partur av arbeiðsmarknaðinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 


Spurningurin um arbeiðsmøguleikar fyri menningartarnaði er háaktuellur í løtuni, tí um heilt stutta tíð skipar Javni fyri ráðstevnu undir heitinum “Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn”. Í tí sambandi varpar Javni ljós á, at tað er eitt yvirskot av arbeiðsorku millum fólk við menningartarni, og at hendan arbeiðsorkan sjálvandi átti at verið gagnnýtt í samfelagnum. Hetta er eisini nakað, sum Klaksvíkar kommuna kennir aftur. – Eitt vart starv sum hetta er eitt frálíkt átak, sum báðir partar kunnu fegnast um. Fyri arbeiðstakaran gevur arbeiðið ein møguleika fyri at avrika og skapa vinarløg, ímeðan arbeiðsgevarin fær ágrýtin fólk at røkta sínar uppgávur við fullari orku, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

_______________________________________________________________________________________

Javni fegnast um júst hendan hugburðin og vónar, at tað verða fleiri av hesum slag kring landið. Vit ynskja eisini Theodor Esmari hjártaliga tillukku við starvinum.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.