11.11.2015 - Av: fp

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, var í dag á vitjan á skrivstovuni hjá Javna

Landsstýriskvinnan í almannamálum kunnaði um tær ætlanir, ið liggja fyri framman, serliga viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum hjá fólki við menningartarni. Serliga í Suðurstreymi er bíðilistin eftir bústaðum langur, umframt at fleiri av verandi bústovnum eru í sera ringum standi. Hetta vita vit sjálvsagt betur enn tey flestu, so vit gleðast um at nýggja samgongan hevur ætlanir um at halda fram við tilgongdini at fáa loyst hendan ovurstóra trupulleika. Javni bar fram síni sjónarmið á hesum økinum, umframt at onnur mál eisini vórðu umrødd.


Vit gleðast um vitjanina, og um at lunnar eru lagdir undir eitt gott og gevandi samstarv komandi árini.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.