09.12.2015 - Av: SW

Jólalig MÓTTØKA

Slepp jólastákanini eina stund

 

Í sambandi við, at Fía Petersen í august mánað byrjaði í starvi sum dagligur leiðari í Javna og í sambandi við, at Javni fyrst í oktobur flutti í nýggj hølir, vilja vit bjóða limum, vinum, samstarvspørtum og annars øllum áhugaðum inn á gólvið til eina jólaliga hugnaløtu týsdagin 15. desembur 2015 millum kl. 15 og 18.

 

Møguleiki verður eisini at keypa nýggju bókina hjá Ennu Garðshorn Mikkelsen ‘Nedsendelser’, ið er ritgerð hennara um føroyingar við menningartarni, ið vórðu sendir á serligar stovnar í Danmark.

Millum kl. 16 og 17 fer Enna at signera bókina.

 

Hjartaliga vælkomin øll somul :)


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.