22.12.2015 - Av: SW

Gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár

 

Árið er farið at halla. Eitt sera hendingarríkt ár, sum byrjaði við, at húsaognin á Hoydalsvegi varð seld. Umframt tey vanligu tiltøkini, sum eru á hvørjum ári, so gjørdu vit í august mánaði eina øðrvísi javnacruise við Norrønu til Skallerup Klit Feriecenter í Danmark, sum vardi í eina lítla viku.

 

Tað sum eisini var serligt við hesum túrinum var, at fleiri av teimum ferðandi nýttu nýggja fylgjarakortið fyri fyrstu ferð. At gera nýtslu av fylgjarakorti merkir, at fylgjarin hjá borgara, sum ikki kann fara at ferðast uttan ein slíkan, fær sjálva ferðina ókeypis við Norrønu. Tað merkir við øðrum orðum, at borgarin, sum hevur brúk fyri hjálp og stuðli ikki skal gjalda fyri tvey. 

 

Hálvan august byrjaði Fía Petersen í starvinum sum dagligur leiðari fyri Sigruna Wardum, sum, frá at hava virkað sum bæði forkvinna og dagligur leiðari, nú bara virkar sum forkvinna í Javna.

 

Fyrsta septembur var leigusáttmáli undirskrivaður uppá nýggj skrivstovuhølir til felagið í stovuhædd á Hoydalsvegi 42. Okkurt skuldi gerast áðrenn vit kundu flyta inn, men síðst í septembur var leyst og liðugt og vit fluttu inn. Oktobur mánað brúktu vit at koma upp á pláss á okkara nýggja bústaði.

 

Í novembur mánað skipaði Javni fyri væleydnaðari ráðstevnu "Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn".

 

Í desembur var endiliga komin so mikið upp á pláss í nýggju hølunum, at vit kundu bjóða til móttøku fyri Fíu og fyri at vísa okkara snotuligu hølir fram.

 

Við myndum frá móttøkuni ynskja vit limum, viðskiftafólki og øllum føroyingum eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár. Trýst her

 

 

 

Gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.