12.01.2016 - Av: fp

Lennart í starv hjá J&K Petersen

 

Í dag hevði Lennart Magnussen sína fyrsta arbeiðsdag hjá J&K Petersen á Hjalla. Fyrsta tíðin er royndartíð fyri at vita, um báðir partar eru nøgdir við samstarvið.

 

Tá vit vitjaðu Lennart fyrrapartin var hann júst komin í nýggju arbeiðsklæðini, og var í ferð við at gera bóltar klárar, ið skulu nýtast til at festa lyktapelar niður á betong.

 

Lennart er 37 ára gamal, og ættaður úr Húsavík, men hevur seinastu árini búð í Havn. Lennart kemur at starvast hjá J&K tveir dagar um vikuna, og í fyrsta umfari fer hann at taka sær av ymiskum fyrifallandi á goymsluni. Hinar dagarnar starvast hann á verkstaðnum Vón á Argjum.

 

Herfyri skipaði Javni fyri ráðstevnu undir heitinum “Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn”. Í tí sambandi varð ljós varpa á, at tað er eitt yvirskot av arbeiðsorku millum fólk við menningartarni, sum sjálvandi átti at verið gagnnýtt í samfelagnum. 

 

Javni fegnast um starvssetanina og vónar, at tað verða fleiri av hesum slag kring landið. Vit ynskja eisini Lennarti hjartaliga tillukku við starvinum.

 

Á myndini síggja vit Lennart saman við Dánjal Petur Olsen, ið er goymsluformaður hjá J&K.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.