15.02.2016 - Av: sw

Meiken vann grand prix kappingina í boccia í ár

Avgerð fellur um eitt ár, hvør fer at vinna ferðasteypið frá Javna til ognar

 

Leygardagin 13. februar 2016 var triðja umfar í grand prix kappingini í boccia í fimleikarhøllini í Skúlanum á Løgmannabreyt. Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í Skúlan á Løgmannabreyt at luttaka og hyggja at boccia-kapping.



Her eru úrslitini av kappingini:

 

Fólk við menningartarni:

 

  1. Nr. 1 meiken 24 stig,
  2. nr. 2 Joanna 21 stig,
  3. nr. 3 Unn 19 stig,
  4. nr. 4 Øssur 14 stig,
  5. nr. 5 Heðin 14 stig,
  6. nr. 6 Pauli 9 stig,
  7. nr. 7 Jonhard 7 stig,
  8. nr. 8 Ann Óleyð 4 stig,
  9. nr. 9 Herdis 4 stig og
  10. nr. 10 Tórur 3 stig

Fólk við rørslutarni: 

 

  1. Nr.1 Dánial Jákup 7 stig,
  2. nr. 2 Petur Martin 3 stig og
  3. Jógvan 2 stig.

 

 

 

Fólkini við menningartarni kappast um eitt ferðasteyp, Javnasteypið, sum Javni hevur latið til kappingina.

 

Leygardagin var Meiken S. Olsen greiður vinnari. Kappingarreglurnar eru, at tann ið hevur vunnið steypið oftast í einum tíðarskeiði uppá seks ár, vinnur tað til ognar.

 

Spennandi verður tí næsta ár, hvør man fara at vinna steypið til ognar. Kappingin er stór, og enn er onki avgjørt. Tí higartil hevur Unn Mortensen vunnið steypið tríggjar ferðir, meðan Meiken hevur vunnið tað tvær ferðir. So hóast Unn er ein lítil favorittur, so vita vit onki fyrrenn seinasti bólturin er kastaður um eitt ár.

 

Hjartaliga tillukku við topp plaseringunum Meiken, Joanna og Unn. 

 

Men eisini eitt hjartaligt tillukku til tykkum, Øssur, Heðin, Pauli, Jonhard, Ann Óleyð, Herdis og Tórur. Uttan tykkum hevði kappingin ikki verið nøkur verulig kapping. Í hvussu er, hevði kappingin verið keðilig :)

 

Á facebook síðuni hjá Smæruni finnast nógvar myndir :) 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.