17.02.2016 - Av: sw

Ávirkan á egið lív

Tað er ikki ein spurningur, men eitt svar!

 

Í dag hava Durita Strøm, Meiken S. Olsen og Dánial G. Høgnesen frá nevndini Spyr Meg hildið framløgu fyri eind 5 í Almannaverkinum um rættin hjá fólki við menningartarni sjálvi at taka avgerðir í egnum lívi. Yvirorðnaða hugtakið var ÁVIRKAN og ávirkan kunnu vit fáa gjøgnum bæði samavgerð og sjálvsavgerð.

 

Tað hevur stóran týdning fyri fólk við menningartarni at verða viðspælari í egnum lívi. Summi eru før fyri at avgera nógv, meðan fyri onnur er tað ein størri avbjóðing. Fyri hesi er tað tí serliga týdningarmikið, at starvsfólk geva rættinum til sjálvsavgerð og samavgerð gætur.

 

Tí eru vit í Spyr Meg og Javna sera fegin um, at Eind 5 hevur tikið evnið sjálvsavgerð upp á einum evnisdegi fyri starvsfólk. Og ikki minni takksom eru vit fyri, at tey bjóðaðu Spyr Meg at koma at halda eina framløgu.

 

Hetta evnið er nevniliga ein av høvuðstáttunum í útbúgvingini sum brúkaravegleiðarar, sum Spyr Meg er í gongd við. 

 

Vit vilja hervið bjóða okkum fram til at halda framløgur um ymiskt sum viðvíkur fólki við menningartarni. Bæði fyri teimum sum hava menningartarn, starvsfólkum, skúlum, politikarum og øðrum, sum hava við fólk við breki at gera.

 

Vælkomin at seta tykkum í samband við Javna, so finna vit í felag út av hvat og hvussu :)

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.