29.02.2016 - Av: fp

Nú kanst tú lesa tey gomlu javnabløðini á netinum

 

Les um fyrsta dagstovnin fyri fólk við menningartarnaði, ið opnaði fyri júst 45 árum síðan í dag, um tá Frítíðarheimið varð tikið í brúk í 1977, og um nógv nógv onnur viðurskifti hjá føroyskum fólkum við menningartarni og teirra familjum

 

Síðan 1973 hevur Javni útgivið eitt limablað, ið hevur verið sent til limirnar. Nógvar áhugaverdar greinar eru í bløðunum, ið kundu haft áhuga millum fólk. Tí hildu vit at tað var spell at bløðini ikki vóru so lætt atkomulig, so okkara skrivstovuhjálp Sára hevur skannað bløðini inn, og nú eru tey til taks á heimasíðuni.

 

Tíverri eru myndagóðskan ikki altíð so góð á skannaðu bløðunum, men um tað er okkurt ið hevur tykkara serliga áhuga eru tit vælkomin at venda tykkum til skrivstovuna og biðja um myndina ella blaðið í betri upploysn.

 

Tú finnur bløðini undir 'Ymiskt tilfar' á vinstra bredda her á síðuni.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.