02.03.2016 - Av: fp

Brúkaravegleiðararar framløgu á verkstaðnum Vón í dag

 

í morgum var eitt tiltak úti á verkstaðnum Vón, har trýggir av okkara brúkaravegleiðarum høvdu framløgu fyri starvsfólki og arbeiðsfólki. Evnið varð sjálvs- og samavgerðarrættur, og vegleiðararnir greiddu frá um týdningin av at hava ávirkan á sítt egna lív, og at verða hoyrdur í øllum viðurskiftum. Tað vóru tey trý Dánial G. Høgnesen, Durita Strøm og Meiken S. Olsen í løgdu fram.

 

Hetta er aðru ferð innanfyri stutta tíð at vegleiðararnir eru umbiðin at hava framløgu um júst hetta evni. Um miðjan februar hevði Eind 5 hjá Almannaverkinum ein temadag fyri øllum sínum starvsfólkum, og í tí sambandi høvdu tey umbiðið eitt upplegg.

  

Ein brúkaravegleiðari er ein persónur við menningartarni, ið fortelur um sínar egnu royndir og upplivingar innan fyri eitt serstakt evni í sínum egna lívi. Um tit hava hug til at fáa brúkaravegleiðarnar at halda framløgu fyri tykkum, so er bara at seta tykkum í samband við Javna.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.