16.03.2016 - Av: fp

Komið oman á Reinsaríið mánadagin 21. mars kl. 14

Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin skipa í ár fyri einum tiltaki niðri í Reinsaríðnum í Havn. Eydna Skaale fer at hugleiða, vit fara at syngja við orðum og teknum, og klovnurin BUBU kemur á vitjan. Vit bjóða ein drekkamunn og okkurt gott afturvið. Av tí at dagurin liggur í páskafrítíðini hjá skúlunum vóna vit at nógvar barnafamiljur leggja sær leiðina framvið Reinsaríðnum, og øll vaksin uttan børn eru sjálvandi eisini hjartaliga vælkomin.

 

Aðrastaðni í heiminum brúka tey at fara í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við hendan dagin. Veðrið í Føroyum tilletur sjálvdan, at føroyingar vísa hosur herheima í mars, so tí hava vit avgjørt, at bláa neglalakkið skal verða brúkt í staðin fyri - ella afturat - óparaðu litríkum hosunum. Vit vilja við bláa neglalakkinum undirstrikað, at fólk við Down Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið. Og tí fara vit eisini at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við neglalakki sum er BLÁTT

 

Í fjørð gav Javni út bókina ’Vinur mín hevur Down Syndrom’, sum øll børn í 2. flokki fingu til gávus. Eisini í ár fáa øll, ið ganga í 2. flokki bókina. Bókin er ein fitt søga um tvær gentur, sum møtast á eini summarlegu, og verða góðir vinir. Tað er ikki ein forðing, at onnur gentan hevur Down Syndrom. Genturnar læra, at øll hava ymisk evni og ymiskar eginleikar, og at tað er í lagið at øll ikki eru líka.

 

Tiltakið á Reinsarínum er ókeypis, og vit gleða okkum til at fáa nógv folk á gátt mánadagin 21. mars millum kl. 14 og 17.

 

SKRÁ

Kl. 14:30 Eydna Skaale hugleiðir

Kl. 15:00 Klovnurin BUBU kemur á vitjan

Vit syngja við orðum teknum

Vit bjóða drekkamunn og bláar negl

 

Á Down Syndrom degnum hava matstovurnar Hvonn, Barbara og Áarstova eitt gott tilboð til øll, ið hava BLÁAR NEGL.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.