23.03.2016 - Av: fp

Vikuskiftisskeið í nevndararbeiði fyri fólk við menningartarni

Í vikuskiftinum 8-10 apríl skipar Javni fyri einum spennandi og mennandi skeiði. Skeiðið er ætlað teimum, ið ynskja at læra um hvussu ein arbeiðir í eini nevnd.

  • Hvar: Næmingaheimið á Argjum, Hóvabrekka 3, Argir
  • Nær: Fríggjakvøld 8. apríl til sunnudag 10. apríl
  • Hvør: Fólk við menningartarni, ið ynskja at læra um nevndararbeiði
  • Tekning: Í seinasta lagið mánadagin 4. apríl
  • Kostnaður: kr. 300

 

Á skeiðnum fara vit at leggja dent á at kunna um mannarættindi, og eggja luttakarunum til at arbeiða fyri ávirkan á egin viðurskifti. Hetta kunnu tey millum annað gera í ella ígjøgnum Spyr Meg nevndina hjá Javna. 

 

Vit fara at læra um hvat tað vil siga at hava ávirkan gjøgnum sjálvsavgerðarrætt og samavgerðarrætt. Hvat vil tað siga at sita í eini nevnd, hvussu gongur nevndararbeiði fyri seg, og hvat er góður nevndarsiður. Eisini fara vit at læra hvat ein skal hugsa um, tá ein skal frambera ein boðskap. Pláss verður fyri umleið 15 luttakarum, sum gista á Næmingaheiminum á Argjum. Skeiðshaldarar verða fólk frá Javna og Spyr Meg, umframt at fólk uttanífrá koma at undirvísa um viðkomandi evni. 

 
Á aðalfundinum hjá Javna, ið verður 7. mai, verður val til nevndina í Spyr Meg. Spyr Meg er ein undirnevnd hjá Javna, ið er mannað við fólkum, ið hava menningartarn. Javni vónar at onkur av skeiðsluttakarunum fær hug til at stilla upp til nevndarval í Spyr Meg.

 

Umframt fakliga innihaldið, so verður sjálvandi eisini hugni og stuttleiki á skránni. Fólk frá Javna verða við alla tíðina, og kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 300.

 

Tey, ið kundu hugsað sær at luttikið á hesum spennandi og mennandi vikuskiftisskeiðnum kunnu venda sær til Javna, annaðhvørt við at ringja til okkara á tlf 208090, við at senda okkum eini boð við telduposti á javni@javni,fo, ella við at senda okkum eini boð á Facebook.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.