18.04.2016 - Av: fp

Ársaðalfundur og veitsla leygardagin 7. mai

 

Ársaðalfundur Javna verður í Skótahúsunum við Løkin, Mýravegur 24, Fo-620 Runavík

Leygardagin 7. mai 2016 kl. 15.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

 

Aftaná aðalfundin, kl. 18 verður Javnaveitsla í miðhøllini í Skótahúsunum við Løkin. Tilmelding til veitsluna skal gerast hjá Javna í seinasta lagi 2. mai.

 

Prísir og kunning

Tekning til veitsluna fer fram hjá Javna við at ringja tlf 208090, 594827, ella 514827. Eisini ber til at tekna seg við at senda ein teldupost til skriv@javni.fo ella til javni@javni.fo. Vinarliga upplýs okkum navn og bústað, um tú ert koyristólsbrúkari, og um tú ert limur í javna. Lat okkum eisini vita um tað er onkur matur, ið tú ikki tolir. Um tú hevur tørv á at fylgjari er við er hesin uttan kostnað, um tú upplýsir okkum nummarið á fylgjarakortinum.

 

Gjaldið fyri veitsluna skal flytast á konto hjá Javna nr. 6460-153.962.2. Minnist til at viðmerkja 'veitsla' + navn. 

 

Kostnaður

 

Vaksin

Limir í Javna kr. 350,-

Ikki limir í Javna kr. 450,-

 

Børn og ung

0-9 ár ókeypis

10-16 ár kr. 150,-

 

Fylgjarar

Ókeypis, um gesturin hevur fylgjarakort  


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.