11.05.2016 - Av: sw

Smábarnafamiljan í Føroyum

Familjudagar í leguhúsinum í Nesvík við heitinum "Tarzanpápar og mammumammur"

 

 

Leygardagin 18. juni frá morgunstundini til sunnudagin á middegi bjóðar Javni smábarnaforeldrum til familjudagar í leguhúsinum í Nesvík. Vanlig hugsan er, at smábarnafamilja er tá børnini eru upp til 10 ára gomul. Tað er tó ilt er at meta akkurát, hvat ein smábarnafamilja er, tá familjan eisini telur barn við breki. Vit lata tí upp fyri at foreldrini sjálvi meta um hetta.

 

Pláss verður fyri 15 familjum, so best er at skunda sær at melda til.

 

Nógv forkunnugt verður á skránni um dagin. M.a. Upplegg og kjak fyri foreldrum um viðurskifti sum antin kunnu tyngja ella lætta um so ØLL familjan kann trívast hóast brek.

 

Meðan foreldrini eru upptikin, fer ein hópur av nærløgdum og skilagóðum ungum fólki at skipa fyri aktivitetum fyri børnunum, so eisini tey fáa ein góðan og upplivingarríkan dag.

 

Eftir tann fakliga partin verða karmar skaptir fyri at hugna okkum saman rundanum grillina og í heitu pottunum, sum vit fara at leiga til endamálið.

 

Høvi verður at yvirnátta, men til ber sjálvandi at fara til hús aftur um kvøldið.

 

Prísur fyri eina heila familju alt íroknað max kr. 1000.  

 

Tilmelding innan 1. juni.

 

Neyv skrá verður tøk um nakrar dagar :)

 

 

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.