19.05.2016 - Av: fp

Tarzanpápar og mammumammur - familjan í fokus

Leygardagin 18. juni frá morgunstundini til sunnudagin á middegi bjóðar Javni til familjutiltak í leguhúsinum í Nesvík. Tiltakið er ætlað barnafamiljum, ið hava eitt barn við einhvørjum breki.

 

 

Á skránni verður m.a. upplegg um evni, ið hava serligan týdning, tá familjan hevur serligar avbjóðingar. Men ein líka so týdningarmikil partur av tiltakinum er, at familjurnar hittast, og hugna sær saman. Vit skapa karmar um at øll, bæði stór og smá, skulu fáa eina góða uppliving. 

 

SKRÁ

Leygardagin 18.juni
kl. 9.00-10.00Innkvartering og morgunmatur
kl.10.00-11.30Samansjóðing
kl.11.30-12.00Upplegg frá foreldrastuðulsbólkinum
kl.12.00-13.00Frokostur
kl.13.00-14.30

Tarzanpápar og mammumammur

Tað góða lívið hjá familjum, ið hava børn við serligum og vanligum tørvi

Megni fyriskipar v/Súsannu Holm, cand.mag. og námsfrøðingi & Ragnhild Dahl, námsfrøðingi

15.00-17.00

Havkajakk

Nax fyriskipar

kl.18.00-Grill, heitir pottar og hugni
Ímeðan okkurt er á skrá fyri tey vaksni verður skipað fyri onkrum fyri børnini
Sunnudagin 19.juni
kl. 9.00-Brunsj
Evaluering o.a.
kl.12.00Liðugt

 

Pláss er fyri 15 familjum, so nú er at skunda sær at melda til. Hvør familja fær egi kamar. Kostnaðurin fyri alt tiltakið er einans kr. 400 fyri hvønn vaksnan, um familjan er limur í Javna, annars kr. 600 fyri hvønn vaksnan. Børnini eru ókeypis. Tekning á telefon 208090, ella við at senda ein teldupost til javni@javni.fo. Freistin at tekna seg er 10. juni.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.