07.07.2016 - Av: SW

Rásin fingið nýggjan leiðara

1. august tekur Beinta Persdóttir Joensen við starvi sum leiðari á Rásini

 

 

Hesi tíðindini standa at lesa á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum:

"Rigmor Dam landsstýriskvinna í mentamálum hevur sett Beintu Persdóttir Joensen í starvið sum leiðari á Rásini. Rásin er ein samdøgursstovnur til ung við menningartarni, ið hevur heimstað í Runavíkar kommunu, og er stovnur undir Mentamálaráðnum.

Beinta Persdóttir Joensen er 41 ára gomul og hevur lokið prógv sum námsfrøðingur í 2002, umframt at hon m.a. hevur tikið eina útbúgving í Diakonhøjskolen í Århus  í 2007. 

Beinta Persdóttir Joensen hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á økinum. M.a. var hon við frá byrjanini, tá ið sambýlið á Runarvegi í Runavík var stovnað. Har arbeiddi hon sum varaleiðari í 8 ár. Síðstu árini hevur Beinta starvast á Rásini sum varaleiðari, og sum virkandi leiðari hetta síðsta hálva árið.

Beinta tekur við starvinum sum leiðari á Rásini 1. august 2016."

 

Javni ynskir Beintu hjartaliga tillukku við starvinum og allarbestu eydnu við arbeiðnum.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.