24.08.2016 - Av: fp

Okkara Festivalur á Eirargarði leygardagin

Leygardagin 27. august klokkan 15 fer Okkara Festivalur av bakkastokki í hugnaliga garðinum uttan fyri Eirargarð. Fleiri góðir tónleikarar eru á skránni. Kristina Bærendsen fer at syngja nøkur løg fyri okkum, og festliga orkestrið Ælabogin, ið flestu okkara kenna, fer at framføra. Emma Vágoy, sum býr á Eirargarði, og sum eisini er kend frá bólkinum M’as Blus Band kemur at syngja nøkur góð og kend løg fyri okkum. Og pop stjørnan Elin Løkin kemur sjálvandi eisini á Okkara Festival at syngja. Harumframt fara Eyðstein, ið eisini býr á Eirargarði, og Magni Christiansen, at dansa fyri okkum. 

 

Pylsur, vaflur og ymiskt drekkandi verður til keyps.

 

Kostnaðurin fyri vaksin er 100 kr - børn sleppa við ókeypis :) 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.