30.08.2016 - Av: fp

Eitt stórt brak á Eirargarði seinasta leygardag

Heilt fitt av fólki var komið saman á Eirargarði seinasta leygardag, har Okkara Festivalur varð hildin í góðveðrinum. Á palli vóru fleiri glitrandi stjørnur.

 

Emma Vágoy, sum vit øll kenna frá M'as Blues Band, opnaði ballið og fekk gestirnar í rættan festivalhýr við nøkrum av sínum kendastu løgum. Vit hava ikki hoyrt so nógv til Emmu seinastu árini, men flestu fólk munnu kenna løgini av hennara útgávum 'Hetta er eisini mítt land I' og 'Hetta er eisini mítt land II' sum hon gav út saman við Jóannes Jakobsen í ávikavist 2001 og 2003. Aftaná Emmu framførdi ein duett við Elini Løkin og Kristinu Bærentsen, ið báar eru kendar frá føroyska tónleikaumhvørvinum. Tað riggaði stak væl at hoyra og síggja tær báar á palli saman, og tær útstrálaðu eitt smittandi jaligt yvirskot. Kristina framførdi eisini nøkur løg einsamøll, og seinni kom Elin aftur á pallin, har hon eisini framførdi einsamøll.

 

Orkestrið Ælabogin framførdi nøkur av sínum góðu kendu løgum, og tað var ikki sørt at tey settu ein suðurlendskan dám á løtuna, og fluttu okkum øll til Spanialand eina løtu. Framførðslan var helst merkt av, at Ælabogin fyrr í ár var á konsertferð í Spanien. Takk til Ælabogan fyri tónleik, ið talar til allar sansir - tit eru fantastisk!    

 

Okkara egni Elvis treyn síðan uppá pallin, fagnaður við lógvabrestum. Nógvir eru teir, sum ígjøgnum ár og dag hava hermt eftir Rock-konginum, og framførðslan hjá hesum Elvisi var einki aftanfyri. Vit vóna at Elvis verður at síggja aftur á palli skjótt. Eisini Shakin' Stevens hevði lagt sær leiðina framvið Eirargarði leygardagin, og hann setti futt í áhoyrarnar við tónleiki og dansi. Umframt tónleikin, so undirhildu klovnarnir Balli, Snurri og Top, og sum á øllum øðrum festivalum kundi gestirnir sjálvsagt keypa sær okkurt gott at eta og drekka.

 

Okkara Festivalur er ein festivalur fyri menningartarnað og teirra avvarðandi, men er sjálvandi opin fyri øllum øðrum eisini. Vit vóna at hesin lívsjáttandi og festligi festivalurin verður hildin aftur komandi ár, og vit takka fyrireikarunum fyri upplivingina.

 

Myndir frá festivalinum eru at síggja í myndasavninum - trýst HER fyri at koma til myndirnar.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.