31.08.2016 - Av: fp

Nú gerðast kvøldini myrk og long...

Um tú ætlar tær á kvøldskúla í Tórshavnar Kommunu komandi vetur mást tú skunda tær at tekna teg, tí freistin er úti sunnudagin 4. september á miðnátt

 

Tekningin fer fram á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum www.kvoldskulin.fo, men um tær tørvar hjálp við teldutilmeldingini, kanst tú koma inn á skrivstovu skúlans. Adressan er J. H. Schrøtersgøta 1, og skrivstovan hevur opið mánadag til hósdag kl. 9-11.30 og 13-16, og fríggjadag kl. 9-13.00.

 

Um tú ætlar tær til fleiri skeið í bólki 8000, sum er eru serlig undirvísingartilboð til fólk við skerdum førleika, er gjaldið kr. 300 eina ferð - tað vil siga at tú kanst ganga til fleiri skeið uttan at gjalda meira. 

 

Lærugreinirnar í bólki 8000 fevna um fleiri ymisk skeið, so sum ymiskt handaligt arbeiði, máling, tekning og leir, og tónleik. Um tað er ítróttur, sum hevur áhuga, ber til at ganga til svimjing, fótbólt, boccia, og borðtennis.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.