31.08.2016 - Av: fp

Sjeystjørnan - mennandi tónleikaspælistova til børn millum 7 og 14 ár

Tað er so mangan staðfest, at tónleikur er sera mennandi hjá børnum. Við sangi, rørslum og spæli stimbrar tónleikurin sjálvsálit, sjálvsfatan, rørslu, samstarvsevni, hugflog og skapanarevni. Harafturat er tónleikur sera mennandi fyri málsliga førleikan hjá børnunum.

 

Eitt av teimum sera áhugaverdu tilboðunum, ið Kvøldskúlin í Tórshavnar Kommunu bjóðar út í vetur, er tónleikaspælistovan 'Sjeystjørnan', ið er eitt barnaorkestur, ið er ætlað børnum við serligum avbjóðingum í aldrinum 7-14 ár.

 

Tilboðið er musikspælistova, har børnini læra grundleggjandi førleikarnar í tónleiki. Í undirvísingini røra børnini seg í takt við tónleikin, læra sangir við fylgispæli, finna uppá o.s.fr. Eisini arbeiða tey við at lurta og at spæla á ljóðføri. Barnið lærir at lurta, bíða, traðka fram og at skapa. Endamálið er menniskjanslig- og musikalsk menning, og at fáa børnini at spæla eitt ljóðføri, sum hóskar til teirra.

 

Í fyrsta umfari spæla børnini uppá stavspøl (xylofonir), bygelgittarar og ymisk rytmuljóðføri. Seinni er ætlanin, at finna ljóðføri, sum passar til barnið, í tann mun tað er gjørligt.

 

Undirvísingin er í kjallaranum í Skansastovu, Djóni í Geilsgøta 1, hósdag kl 14 - 15.30. Lærarar eru Katrin Jørgensen og Annika Højgaard.

 

Tekning fer fram umvegis heimasíðuna hjá Kvøldskúlanum, kvoldskulin.fo, og kostnaðurin er 300 kr. Børn, ið ikki búgva í Tórshavnar Kommunu eru eisini vælkomin við í Sjeystjørnuna.  


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.