14.09.2016 - Av: fp

Móttøka á Glasi í dag

Í dag var ein stórur dagur á Glasi. 12 ungfólk høvdu formliga sín fyrsta skúladag á nýggju serbreytini, ið er eitt miðnámsskúlatilboð fyri næmingar við serligum avbjóðingum. Fyrrapartin í dag var móttøka fyri næmingum, avvarandi og øðrum áhugaðum.

 

Næmingarnir hava valt seg inn á tríggjar ymiskar breytir, sum eru bil-, timbur- og klædnabreyt, umframt at tey eisini hava aðrar lærugreinar. Tey ganga á skúlanum í fýra ár, harav síðsta árið er mest starvsvenjing.

 

Hjá Javna gleðast vit um, at hetta skúlatilboðið nú er vorið verunleiki, eisini í Havn. Í okkara hugaheimi er tað ein sjálvfylgja, at allur okkara ungdómur eigur at fáa skúlatilboð, ið hóska til hvønn einstakan – eisini skúlatilboð eftir fólkaskúlan.

 

Øll eiga at fáa møguleika at brúka sínar menningarmøguleikar til fullnar, við støði í fortreytunum og áhugamálunum hjá tí einstaka. Og tað er júst tað, ið hetta skúlatilboðið byggir á.

 

Teir førleikar, sum hesi ungu fólkini nema sær komandi fýra árini, fara heilt víst at koma samfelagnum til góðar, og vit gleða okkum til at møta næmingunum aftur um nøkur ár, tá vit fara á verkstað við bilinum, tá vit skulu leggja einar buksur upp, ella tá vit skulu smíða eina garagu.

 

Javni vil ynskja næmingum, starvsfólkum á Glasir, og okkum øllum, hjartaliga tillukku við hesum nýggja skúlatilboðnum.

 

Leinkja til brot í Degi og Viku 12. september um skúlatilboðið.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.