19.10.2016 - Av: fp

Brúkarastýrdur stuðul - ein møguleiki í okkara grannalondum

 

 

Í meðan vit í Føroyum í størri og størri mun royna at samla fleiri fólk við nøkunlunda sama breki á sama staði, og veita tænastu í flokk, so er rákið tað øvugta í fleiri av okkara grannalondum. Svøríki er undangonguland tá tað snýr seg um at veita persónligan stuðul til fólk, ið tørva hjálp í dagligdegnum, og sviar hava haft hendan rættin síðan 1994.

 

 

Hjá okkara nærmasta granna, Íslandi, hava tey í nøkur ár koyrt við eini royndarskipan við NPA (notendastýrð persónuleg aðstoð). Eini 50 íslendingar eru fevndir av skipanini. Ein skipan við persónligum hjálpara virkar á tann hátt, at brúkarin fær játtað eitt ávíst tímatal til stuðul, sum hann so sjálvur umsitur. Tað vil siga, at tað er brúkarin, ið avgerð hvør skal hjálpa, hvussu, og nær hjálpin skal fara fram. Hvat siga tit - átti hetta ikki at verið ein sjálvfylgja, eisini her hjá okkum?

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.