27.10.2016 - Av: fp

Boð til allar seljarar

Vit skulu bara minna á, at mánadagin 31. oktober er síðsta freist fyri kalendarasøluni, um tú ynskir at verða við í lutakastinum um flottu MacBook Air 13" fartelduna frá Elding :-) Í morgin er skrivstovan stongd, men mánadagin hava vit opið heilt til klokkan 19.

Tað ber sjálvandi eisini til at selja kalendarar eftir hendan dato, um tú ikki náddi alla rutuna, men ynskir tú at vera við í lutakastinum kom so framvið hjá okkum og avroknað tað, ið er selt. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.