08.11.2016 - Av: fp

Levi og Ella av Nesi vunnu telduna

 

Seinnapartin í dag varð drigið um flottu MacBook Air teldu frá Elding millum tey, ið hava selt Javnakalendarar. Herfinn Haraldsen, ið príðir álmanakkasíðuna í november, hjálpti okkum at draga. Hann gjørdi skjótt av, stakk hándina niður í posan við lutaseðlunum, og 1-2-3 hevði hann fatur á vinnaraseðlinum. Tað vórðu systkini Levi Hanusarson, ið er 11 ár, og Ella Hanusardóttir, ið er 7 ár, sum vunnu telduna. Tey búgva á Nesi, og hava selt Javnakalendaran saman við foreldrunum.

 

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við vinninginum, og takka fyri at tey hjálptu okkum at selja kalendarar.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.