24.11.2016 - Av: fp

Jólagávan, sum gleðir fleiri

Leitar tú eftir eini góðari jólagávu, men manglar hugskot? Hvat við at geva ein kalendara frá Javna? Við at keypa kalendaran stuðlar tú okkara arbeiði, til frama fyri fólk sum hava menningartarn og teirra familjur.

 

Kalendarin fyri 2017 hevur fittar myndir av børnum, og tekstirnir snúgva seg um viðurskifti, ið hava við samskifti og málmenning hjá børnum at gera.

 

Kalendarin kostar 100 kr. Tú ert vælkomin inn á gólvið hjá okkum eftir honum, og vit senda hann eisini fegin við postinum - tá verður porto + 6 kr lagt afturat. 

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.