29.11.2016 - Av: fp

Javnagudstænastur

í næstum verða hugnaligu jólagudstænasturnar hjá Javna hildnar kring landið. Tað eru økisnevndirnar í Javna, ið skipa fyri. Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænasturnar, og til ein drekkamunn aftaná.

 

Norðuroyggjar

Leygardagin 3. desember kl. 17:00 - Christianskirkjan í Klaksvík

Prestur verður Marjun Lómaklett, og deknur verður Dánjal Gram Høgnesen. Barnakór í KFUM&K syngur, Lucia gonga verður, og Ælabogin spælur. Drekkamunnur og jólagott verður í kirkjukjallaranum aftaná.

 

Streymoy

Mánadagin 5. desember kl. 17:30 - Ebenezer í Havn

Alexandur Samuelsen hevur boðskapin við myndum. Gentukóri Kassia og MC Restorff luttekur við sangi. Tórur í Puntabyrgi lesur jólaevangelium, og Emma Vágoy og Magni Christiansen luttaka við tónleiki og sangi. Heit suppa og drekkamunnur verður aftaná.

 

Eysturoy

Hósdagin 8. desember kl. 19:00 - Samkoman Keldan í Skálafirði

 

Vágar

Hósdagin 8. desember kl. 20:00 - Sørvágs kirkja

Prestur verður Inga Poulsen Dam 

 

Suðuroy

Mikudagin 14. desember kl. 19:00 - Frelsunarherurin í Vági


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.