02.12.2016 - Av: fp

Altjóða brekdagur 2016: "Ver virkin!"

Leygardagin 3. desember er altjóða brekdagur, og tá skipa Almannaráðið, Ráðið fyri brekað og MBF fyri tiltakinum "Ver virkin!" í Norðurlandahúsinum.

 

Skráin fyri dagin er hendan:

 

Frá kl. 12.00 er ókeypis kaffi, køkur & frukt frá Dugna.

 

Kl. 13.00 Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað bjóðar vælkomin
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum setur dagin
Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum – um týdningin av at vera virkin
Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá ÍSB – um arbeiðið ÍSB ger

 

Tónleikur: Eyðun Ásason, Guðrun Sólja & Janus Kampmann

Steðgur - Ókeypis kaffi, køkur og frukt frá Dugna

Krista Mørkøre, luttakari á Paralympisku leikunum 2016
Signa Vár Dávadóttir Joensen, luttakari á Special Oympics 2015

 

Kl. 15.00 Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, tekur samanum

 

Teknmálstulkar eru við til fundin og øll eru hjartaliga vælkomin.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.