07.12.2016 - Av: fp

Móttøkuskipan við fjølgagnligum endamáli

Opið bræv til Sirið Stenberg, Landsstýriskvinnu í umhvørvismálum & Eyðgunn Samuelsen, Landsstýriskvinnu í Almannamálum

 

Nú røddir hava verið frammi um, hvussu vit loysa trupulleikan við fløskumóttøku og panti í Føroyum, fer Javni at vísa á eina skilagóða loysn, ið kann vera samfelagsgagnlig á fleiri økjum. Við at lata vardu verkstøðini taka sær av móttøku av øllum pantíløtum, ymsa staðni kring landið, verður tað einfalt hjá fólki at lata fløskur og íløt inn, umframt at tað skapar meiningsfull arbeiðspláss til fólk við menningartarni.     

 

Fleiri pantíløt enda í ruskspannini

Innflytarar og framleiðarar av drekkivørum leggja pant á fløskur og dósir, ið tey selja. Pantið gjalda vit, sum keypa, í fyrsta umfari, men vit fáa tað aftur, tá – ella um – vit lata fløskuna ella dósina aftur til seljaran. Sum vit hava hoyrt í fjølmiðlunum, er ein trupulleiki við verandi pantskipan, at fólk noyðast at venda sær til fleiri ymisk støð fyri at sleppa av við fløskur. Hetta er bæði fløkjasligt og troyttandi, og av tí sama enda fleiri pantfløskur í ruskílatinum. Hetta er hvørki gott fyri kundan, sum ongantíð fær pantið aftur, ella fyri umhvørvið, tí meira verður at brenna. Handilsmaðurin kann tó gleðast um skipanina, ið síðan 2007 samanlagt hevur lagt umleið 20 mió. kr. eftir seg hjá innflytarum og framleiðarum av drykkivørum í panti, ið ongantíð er afturgoldið til kundan!

 

Tvær flugur við ein smekk

Ein kanning, sum Hagstovan gjørdi fyri Javna í 2014 vísir, at tað í Føroyum er eitt yvirskot av arbeiðsorku millum fólk við menningartarni, sum væl kundi verið nýtt á skynsaman hátt.

Javni mælir til, at vit loysa tann fyrra trupulleikan við at loysa ein part av tí seinna. Vit mæla til, at tað verða eindir undir teimum vardu verkstøðunum í Føroyum, ið standa fyri at savna inn allar fløskur, krevja inn og gjalda út pantið, og standa fyri at skilja og beina tilfar til endurvinningar. Ein stórur partur av uppgávunum á slíkum móttøkustøðum eru av slíkum slagi, sum fólk við menningartarni megna og tíma. Í Íslandi hava tey slíkar móttøkustøðir, har fólk við skerdum førleika starvast.

 

Fíggjarliga burðardygg móttøkuskipan

Vit meta, at ein slík móttøkuskipan kundi verið fíggjað á ein burðardyggan hátt. Til dømis kundu vardu verkstøðini fingið upphæddina, sum skal krevjast inn fyri pant. Ein stórur partur av hesum peningi verður latin út aftur fyri returíløt, men tað verður altíð ein partur, ið ikki kemur innaftur. Tøl frá Umhvørvisstovuni vísa, at síðan 2007 eru umleið 20. mió kr. av inngoldnum panti ikki afturgoldnar! Hesin parturin, sum ongantíð blívur útloystur, kundi farið til at dekka raksturin av skipanini, heilt ella partvíst.

Havast skal í huga, at á vardu verkstøðunum eru fleiri av starvsfólkunum fyritíðarpensionistar, ið kunnu verða í starvi eftir kostnaðarlagaligum fyriskipanum. Tað merkir, at tað skal ikki so ómetaliga stór játtan til fyri at fáa hetta at hanga saman fíggjarliga.

 

Umhvørvisvinarlig móttøkuskipan

Ein skipan, har tað varð lættari at lata íløt innaftur, hevði viðført, at størri partur av pantinum bleiv goldið aftur til kundan, og at minni tí lá eftir hjá móttøkuskipanini. Visiónin má sjálvandi vera, at øll íløt við panti skulu koma innaftur, og tí hevði tað í longdini verið skilagott at broytt lógarverkið, soleiðis at tað eggjaði til at fáa so nógv íløt innaftur sum gjørligt. Kanska skuldi pantið verið eitt sindur hægri, og møguliga kundi ein partur av pantinum fyri øll innkomin íløt farið til at fíggja móttøkuskipanina. Í 2014 vórðu td. 9,3 mió íløt við panti seld, og hugsað vit okkum, at ein lítil partur av pantinum fór til móttøkuskipanina, umframt pantið fyri tey íløt, ið ikki koma inn aftur, meta vit, at hetta kundi verið eitt dygt fíggjarligt grundarlag undir eini góðari landsdekkandi móttøkuskipan.     

 

Meira enn bert ein móttøkuskipan

Vit vita, at tað, at hava ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag, er ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkum menniskjum, við ella uttan tarn. Og hinvegin, so vita vit eisini, at tað kann hava keðiligar menniskjaligar fylgjur, um vit ikki verða viðurkend og sleppa at geva okkara ískoyti til samfelagið. Við at skipa móttøkuskipanina sum arbeiðspláss, har fólk við menningartarni vórðu sett í starv, hevði móttøkuskipanin blivið nógv meira enn ‘bert’ ein skipan, sum loysir ein umhvørvistrupulleika. Hon hevði eisini loyst ein trupulleika á arbeiðsmarknaðinum fyri fólk við menningartarni. Harafturat er ivaleyst nógv atknýtt virksemið við eini slíkari skipan – til dømis skulu hølini haldast, maskinur skulu viðlíkahaldast, bilar skulu fyllast og tømast, og møguliga kundi ein slík skipan verið útbygd við, at ein bilur kundi koyrt runt til bygdir, har eingin móttøkuskipan er, fyri at heinta fløskur – eftir ávísari ferðaætlan, eins og vit eitt nú kenna tað frá fiskaseljarum í Føroyum ella ‘Hjem is’ í Danmark. Møguleikarnir eru nógvir.

 

Javni vil við hesum geva uppskotið víðari til avvarðandi politisku myndugleikar við vón, um at hetta kann kveikja áhuga fyri eini nýhugsandi, burðardyggari, fyrimyndarligari, umhvørvisvinarligari og samfelagsliga mennandi móttøkuskipan.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.