11.01.2017 - Av: fp

Kom við á Javnacruise

Nú fara vit skjótt avstað aftur. Hesaferð gongur leiðin til danska frítíðardepilin Dayz Seawest. Plássini eru avmarkaði í tali, so skunda tær at tryggja tær eitt pláss longu nú! Tú teknar teg til túrin á skrivstovuni hjá Javna.

 

Dayz Seawest telist millum teir allarbestu frítíðardeplarnar í Danmark. Depilin liggur í hugnaligum umhvørvi við Nymindegab, tætt út móti Vesturhavinum. Á staðnum er stórt baðiland, wellness, bowling, minigolf o.a. Vit koma at gista í góðum rúmligum summarhúsum, typu 90 og 100, 4 fólk í hvørjum húsi. Tó er møguligt at vera upp til 8 fólk í hvørjum húsi, um ein ynskir tað. Øll húsini hava trý kømur, baðiverilsi, og køk og stovu í einum. Húsini og baðilandið eru egnað til fólk við rørðslutarni.

 

Eins og seinast, so hava vit bussar við úr Føroyum. Tað lættir almikið um ferðina, og ikki verður neyðugt at dragsa uppá viðføri. At vit hava bussar ger tað eisini sera lagaligt at gera útferðir ímeðan vit eru í Danmark. Til dømis liggja Legoland og Givskud Løvepark ikki langt frá frítíðardeplinum. Fyri ferðandi, ið nýta koyristól, verða sjálvandi bussar, ið klára tí uppgávuna.


FERÐASKRÁ

  • Fráferð Tórshavn 18. juni kl. 23.30
  • Koma Hirtshals 20. juni kl. 09.30
  • Fráferð Hirtshals 24. juni kl. 15.30
  • Koma Tórshavn 25. juni kl. 22.30

 

KOSTNAÐUR


Limir í Javna: kr. 3.800,- fyri hvønn ferðandi. Fylgjarar kr. 500,- *)

Onnur: kr. 4.100 fyri hvønn ferðandi. Fylgjarar kr. 1.200,- *)

 

Íroknað prísin er sigling, bussur, og gisting í DK. Matur, útferðir o.a. er ikki við í prísinum.

 

*) Ein treyt fyri at fáa ferðina fyri henda prísin er, at viðkomandi er fylgjari hjá einum ferðandi, ið hevur fylgjarakort frá MBF. Søkjast kann um at fáa fylgjarakort við at útfylla serligt OYÐIBLAÐ, og senda tað til MBF. 

 

NÆRRI KUNNING


Neyvari kunning og skrá verður leypandi lagt út á okkara heimasíðu undir 'Fundir og tiltøk'.

 

Tit síggja meira um frítíðardepilin á teirra heimasíðu www.dayz.dk. Tit eru hjartaliga vælkomin at venda tykkum til okkara við fyrispurningum og ynskjum - vit vilja fegin gera túrin so góðan sum til ber :-)


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.