19.01.2017 - Av: fp

Dansur fyri børn og ung við menningar/rørslutarni

Komandi hósdag byrjar eitt sera spennandi dansiskeið fyri børn og ung við menningar/rørðslutarni í hølunum hjá City Church í Havn. Tað er Katrin Dal-Christiansen, sum í nógv ár átti dansiskúlan Poise Academy of Gymnastics and Dance í New Zealandi, sum bjóðar skeiðið út.

 

Høvi verður at royna nógv ymisk sløg av dansi, so sum ballett, hip hop, jazz dance, modern og creative dance. Endamálið er at hava tað stuttligt saman í einum mennandi umhvørvi.

 

Dansiskúlin ynskir at bjóða hesum børnum og ungu ta gleði dansur kann geva. Undirvísingin verður lagað eftir ymsu evnunum og serligu tørvunum hjá hvørjum einstaka barni/ungdómi, soleiðis at tey kunnu uppliva gleðina, avbjóðingina og framgongdina sum dansur kann geva.

 

Nær: Hósdag kl 18-19

 

Hvar: City Church

 

Kostnaður: 400kr fyri 8 vikur.

 

Tilmelding hjá Dansiskúlanum, tlf 255038


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.