07.02.2017 - Av: fp

Tað er IKKI í lagi at fólk við menningartarni og fjølbreki í Havn fáa bjóða verri karmar enn aðrastaðni í landinum

Eitt uppskot um eina verklagslóg er á veg í Tingið. Lógin snýr seg í stuttum um, at tað almenna ætlar at fáa 25,5 mió. kr. til at umvæla gomlu bygningarnir á Eirargarði í Havn. Hóast mongu milliónirnar, so leggur ætlanin ikki upp til at betra nevnivert um búumstøðurnar. Búfólkini skulu framhaldandi bert hava eitt lítið sovikamar á 13,9 fermetrar sum sítt einasta privata, og tey flestu skulu deila wc/bað við onnur. Aðrastaðni í landinum verða nýggj sambýlir bygd, har hvørt búfólk hevur eina lítla íbúð, umframt felagsøki.

 

Javni kann als ikki góðtaka ætlaninar! Okkara fremsta ynski er, at tað beinanvegin verða bygdir tíðarhóskandi bústaðir til tey 18, sum í dag búgva á Eirargarði. Men um tað er alneyðugt at umvæla Eirargarð til endamálið má tað gerast soleiðis, at umstøðurnar hjá búfólkunum verða á hædd við tær aðrastaðni í landinum.   

 

Í Havn er einki bygt til fólk við menningartarni/fjølbreki síðan Eirargarður varð bygdur fyri 40 árum síðan. Bíðilisti til vardan bústað í miðstaðarøkinum er í løtuni 106 fólk, og tá eru tey, ið búgva í niðurrívingarklárum sambýlum ikki tald við. Politiskt hevur ein raðfest at byggja íbúðir til sama málbólk uttanfyri Havnina. Í Klaksvík og Runavík eru tvey stór nýmótans sambýlir við 12 smærri íbúðum bygd í ávikavist 2015 og 2016. Her hevur hvør borgari eina lítla íbúð á umleið 35 m2, umframt felagsrúm. Hetta er í rópandi ansøgn við ætlaninar á Eirargarði. Vanlukkuliga støðan, og langi bíðilistin er helst orsøkin til ætlaninar við Eirargarði.

 

Ætlanin gongur í høvuðsheitinum út uppá at bygningurin skal reinsast fyri sopp og umvælast, men annars skal innrættingin ikki broytast nakað serligt. Størsta broytingin er, at nøkur kømur skulu innrættast til wc/bað, soleiðis at færri fólk skulu deilast um hesi. Ætlanin er, at bygningarnir skulu kunna húsað 36 fólkum, 18 fleiri enn í dag, og tey fáa eitt sovikamar á 13,9 fermetrar sum sítt einasta privata!

 

Fyribilsbústaðir til fólk úr øðrum sambýlum

Ætlanin leggur upp til, at 18 av teimum 36 plássunum á Eirargarði skulu nýtast til fyribilsbústaðir. Plássini skulu húsað fólki frá øðrum sambýlum í býðnum, ímeðan farið verður undir at betra karmarnar har. Javni ivast í, um hesar ‘fyribilsflytingar’ úr øðrum sambýlum eru reellar, ella talan í veruleikanum er um at fylla bygningarnar við fólki aftur. Um tær ætlaðu broytingarnar verða gjørdar í bygningunum meta vit, at tað verður trupult framyvir at brúka teir til nakað skilagott. Tísskil stúra vit fyri, at um hetta ikki verður steðga, so verður Eirargarður nýttur sum ótíðarhóskandi bústaður til fólk, ið bera brek, langt inn í framtíðina.

 

Um tað veruliga var alneyðugt at brúka Eirargarð sum fyribilsbústað í styttri tíðarskeið, kundi hann verði brúktur sum hann er, uttan dýra og meiningsleysa umbygging. Sambýlini í Suðurstreymi eru í nógvum førum í verri standi, og uppaftur meira ótíðarhóskandi enn Eirargarður - um ein sær burtur frá talinum av fólki, ið skulu búgva saman. Vit vænta tískil, at fólk høvdu góðtikið at búð eitt styttri avmarkað tíðarskeið á Eirargarði, í tí standi hann er í, vitandi at stuttíðarútlit eru til nakað betur.

 

Bíligari at byggja nýtt

Umframt at vera ótíðarhóskandi, so er ætlaða loysnin á Eirargarði sera kostnaðarmikil, sammett við hvat tað kostar at byggja tíðarhóskandi sambýlir. Seinastu trý árini eru trý sambýlir reist í landinum fyri íalt 50,7 mió. Samanlagt hava tey 40 íbúðir, og gevur hetta ein miðal kostnað á 1,2 mió. fyri hvønn bústað:

·      16 íbúðir Eystan Heyg í Havn (sálarsjúk): 16,2 mió.

·      12 íbúðir Mylnutún í Klaksvík (menningart/rørðslut): 16,5 mió.

·      12 íbúðir Blikagøta í Runavík (menningart/rørðslut): 19 mió.

Øll sambýlini hava stór felagshølir, umframt smærri íbúðir á um 35 fermetrar hvør.

Um ein byggir 18 nýggjar bústaðir til búfólkini á Eirargarði innanfyri somu prískarmar kostar tað umleið 22 mió.

 

Brúkarin má takast við uppá ráð

Javni vildi ynskt at brúkarar og avvarandi vórðu tikin við uppá ráð tíðliga í tilgongdini. Tað er ikki í lagið at tey avvarandi ikki hoyra um ætlaninar, fyrr enn arbeiðið verður boðið út. Um tað er púra ógjørligt at venda gongdini á matriklinum á Eirargarði, so heita vit staðiliga á myndugleikarnar um at steðga verandi ætlanum, og um at hyggja aftur eftir ætlanunum, saman við búfólkunum og teimum avvarandi á Eirargarði. Tað er helst dýrari enn at byggja nýtt, men um skilagott verður farið fram, ber óiva til at fáa 18 rímiligir bústaðir burturúr teimum 4 hæddunum á Eirargarði. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.