09.02.2017 - Av: fp

Eirargarður má ikki enda sum flóttafólkalega!

Javni og avvarandiráði hjá teimum, ið búgva á Eirargarði, handaðu í gjár Landsstýriskvinnuni í Almannamálum mótmæli ímóti ætlaðu umbyggingini av Eirargarði 14-16. Vit kunnu als ikki góðtaka ætlaninar um, at Eirargarður aftur skal fyllast við fólki. Tað er ein langur listi av grundgevingum fyri okkara støðu, men fremsta atlitið er trivnaðurin hjá búfólkunum.

 

Vit heita staðiliga á Landstýriskvinnuna um, at ætlanin verður steðga beinanvegin, í tí líki hon fyriliggur nú. Tað er alt ov nógv viðurskifti, ið ikki eru í lagið við ætlanini, og vit vænta, at verður ætlanin veruleiki, so fer tað at fáa stórar menniskjaligar fylgjur.  

 

Ætlanin er, at Eirargarður, umframt at vera fastur bústaður hjá umleið 18 fólkum við menningartarni/fjølbreki, skal verða 'buffari' í tilgongdini at bøta um bústaðarstøðuna hjá fólki úr øðrum sambýlum í Havn. Tað snýr seg um fólk, ið hava øll sløg av diagnosum - menningartarn, fjølbrek, seinheilaskaða og autismu - sum skulu inn á Eirargarð at búgva. Harafturat skulu húsini verða dagtilhald hjá børnum, ungum og eldri við menningartarni, umframt taka ímóti heimabúgvandi fólki til umlætting. Sambært eini kanning, sum Landsverk gjørdi í 2015, eru heili 22 sambýlir í Havn í sera vánaligum standi, harav fleiri eru í so mikið vánaligum standi, at tey áttu at verið rivin niður, heldur enn at verði umvald! Eirargarður er eisini á hesum lista, og fyri einum ári síðan máttu búfólkini evakuerast, tí so nógvur soppur var í húsinum, at tað var heilsuskaðiligt at búgva har. Men í staðin fyri at byggja nýtt til fólkini á Eirargarði, so er nú ætlanin at brúka yvir 25 mió. uppá at umvæla bygningin, soleiðis at hann kann brúkast til nakað, ið mest av øllum minnir um eina flóttafólkalegu.  

 

Vit eru ómetaliga hørm um støðuna á økinum, sum nú er vorðin so desperat, at tað almenna er kroyst til at seta í verk desperatar loysnir, tí játtanin ikki strekkjur til. Politiskt hevur man vent blinda eyga til støðuna í miðstaðarøkinum í nógv ár, og trupuleikarnir hava hópa seg upp. Umframt øll tey, sum búgva í vánaligum húsum, so er bíðilistin eftir vardum bústaði í Havn sera langur.   

 

Tað kann ikki bera til, at vit ikki klára at lyfta henda trupuleika, nú tíðirnar eru góðar. Vit hava misrøkt okkara skyldu mótvegis hesum fólkunum uppá tað grovasta, og vit heita staðiliga á allar landsins politikarar um at standa saman um at loysa støðuna. Tað má ikki enda við at vit fáa eina flóttarfólkalegu fyri fólk við breki mitt í Havn!


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.