15.02.2017 - Av: fp

Serbreytin á Miðnámi á Kambsdali.

Mikukvøldið 15. februar kl. 17-21 verður opið hús og kunnandi fundur á Miðnámi á Kambsdali. Serbreytin er við, og tey taka næmingar inn komandi skúlaár.

 

 

Serbreytin er serliga ætlað næmingum við serligum tørvi, sum hava tørv á eini serliga skipaðari skúlagongd, sum tekur støði í einstaka næminginum.

Endamálið við tiltakinum mikukvøldið er at kunna um skúlan, breytir og lærugreinir og geva almenningi høvi at síggja skúlan og skifta orð við lærarar, lestrarvegleiðarar og næmingar. Málbólkurin eru fyrst og fremst komandi næmingar og foreldur teirra, og egnu 1. árs næmingar og foreldur teirra. Freistin at søkja um upptøku á miðnámi er 15. mars.

 

Sí meira her


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.