16.02.2017 - Av: fp

Serlig skúlatilboð eftir summarfrítíðina

Nú er at skunda sær at søkja inn á serliga skipað miðnám. Freistin at søkja er 15. mars.

 

Ung við serligum tørvi, ið hava ynski um at nema sær eina miðnámsútbúgving, men sum ikki megna at fáa sær fulla útbúgving í verandi útbúgvingarskipan, fáa nøkur skúlatilboð eftir summarfrítíðina.

 

Tekniski Skúlin í Klaksvík og serbreytin á Kambsdali taka nakrar næmingar inn afturat komandi skúlaár. Í Havn verða eingir nýggir næmingar tiknir inn á serliga skipað miðnám eftir summarfrítíðina, men ein autismuflokkur byrjar í Hoydølum.

 

Eftirskúlin Rásin í Saltangará tekur 7 nýggjar næmingar inn komandi skúlaár.

 

Freistin at søkja er 15. mars. Niðanfyri er umsóknarbløð at søkja inn á skúlarnar. Umsóknarblaðið skal sendast til skúlan, ið tú hevur valt sum 1. ynski.

 

Umsóknarblað miðnám

Umsóknarblað Rásin


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.