23.02.2017 - Av: fp

Familjuvikuskifti á deplinum í Skálavík

Vikuskiftið 21.-23. apríl bjóðar Javni aftur til familjutiltak, hesuferð á Deplinum í Skálavík. Tiltakið er ætlað familjum, ið hava eitt barn í aldrinum 0-14 ár við einhvørjum breki. Á skránni verður m.a. upplegg um evni, ið hava serligan týdning, tá familjan hevur serligar avbjóðingar.

 

Men ein líka so týdningarmikil partur av tiltakinum er, at familjurnar hittast, og hugna sær saman. Vit skapa karmar um at øll, bæði stór og smá, skulu fáa eina góða uppliving. 

  • Góðir karmar fyri alla familjuna bæði inni og úti
  • Upplegg um viðkomandi evnir
  • Heitir pottar
  • Hugni

Á skrá verður millum annað skúlabyrjan og málmenning. Pláss er fyri 10 familjum, og hvør familja fær egi kamar. Familjukømrini hava 4 sovipláss, við plássi fyri eini eyka uppreiðing. Kostnaðurin fyri alt tiltakið, íroknað gisting, mat o.a., er einans kr. 500 fyri hvønn vaksnan, um familjan er limur í Javna, annars kr. 700 fyri hvønn vaksnan. Børnini eru ókeypis, óansæð aldur. 

 

Tekning á telefon 208090, ella við at senda ein teldupost til javni@javni.fo. Freistin at tekna seg er 27. mars.

 

 

 

NÆRRI KUNNING OG SKRÁ


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.