01.03.2017 - Av: fp

25-ára starvsdagur á Frítíðarheiminum

22. februar hevði Jónfríð Danielsen 25 ára starvsdag á Frítíðarheiminum í Havn

 

Dagurin varð markeraður við eini hugnaligari løtu, har starvsfelagar og umboð fyri stýrið á Frítíðarheiminum vóru komin saman til ein góðan frokost.

 

Frítíðarheimið er umlættingarheim hjá heimabúgvandi fólki, ið hava menningartarn. 5 fólk eru í føstum starvi á stovninum, umframt at fleiri hjálparfólk eru atknýtt. Frítíðarheimið lat upp 1.desember 1977, og hevur sostatt 40-ára føðingardag seinni í ár.

 

Javni ynskir Jónfríð hjartaliga tillukku við degnum, og takkar fyri tað góða arbeiði, ið hon og hennara starvsfelagar gera á Frítíðarheiminum. Uttan tykkum hevði verið trupult hjá fleiri at fingið tað heila at hanga saman.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.