04.04.2017 - Av: fp

Ársveitsla og ársaðalfundur verða leygardagin 27. mai

 

Ársaðalfundur Javna verður Leygardagin 27. mai 2017 kl. 15 í hølunum hjá MBF, Íslandsvegur 10c, Tórshavn. Tað er ikki neyðugt at tekna seg til aðalfundin.

 

 

 

 

 

 

 

Ársveitslan

Aftaná aðalfundin, kl. 18 verður ársveitslan á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Borðreitt verður við 3-rættaðari matskrá, og festligi Rasmus Magnussen verður borðstjóri. Sum altíð verður lutaseðlasøla, har møguleiki verður at vinna góðar vinningar. Eftir borðhaldið fara Flemming og vinmenn at spæla til dans.

 

Freistin at tekna seg til veitsluna er 15. mai.

 


Meira kunning um veitsluna


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.