09.03.2017 - Av: fp

Eftirskúlin Rásin hevur opið hús mánakvøldið 13. mars

Eftirskúlin Rásin í Saltangará hevur seinastu tíðina arbeitt við at menna síni tilboð og bjóðar nú 13 ymsar breytir at velja millum. Ímillum tær 13 breytirnar eru starvslærubreyt, rørslubreyt, køksbreyt, reingerðarbreyt, handalig breyt, teldubreyt, námsferðarbreyt og lívfrøðisbreyt.

 

Rásin er ein eftirskúli fyri ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan. Næmingarnir búgva á skúlanum. Endamál skúlans er, at næmingarnir fáa ment sínar førleikar, so at tey eftir lokið skúlaskeið kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt. Skúlaskeiðið skal geva næmingunum møguleika at menna persónligar, sosialar og kensluligar førleikar í lestrar- og arbeiðslívi. Eisini skal næmingurin ogna sær fatan um lívið og møguleikar tess.


Mánadagin 13. mars klokkan 19-21 er høvi hjá áhugaðum at vitja eftirskúlan, síggja umstøðurnar og hoyra um tey mongu tilboðini á skúlanum. Umsóknarfreistin til skúlan er um hálvan mars.

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.