21.03.2017 - Av: fp

Í dag er altjóða Down Syndrom dagur

21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og kring heimin velja fólk at nýta dagin til at varpa ljós á Down Syndrom og ymiskleika sum heild.

 

Navnið spillir ongan, men spell allíkavæl at læknin, ið uppdagaði trisomi 21, at Down til eftirnavn! Hví umhugsaði John Langdon Down sær ikki navnabroyting, áðrenn uppdagingin bleiv almannakunngjørd! Tað hevði verið meira passandi um hesi fólkini høvdu fingið eina aðra diagnosu hefta á seg enn ‘Down’. 

 

Tað er ein sannroynd, at talið av fólkum við Down Syndrom fækkast í tali í londunum rundan um okkum. Í Norðurlondum eru serliga Danmark og Ísland undangongulond, tá talan er um at leita og sortera. Í Føroyum bjóða vit ikki barnakonum kanningar í sama mun sum aðrastaðni, og nakkalegdsskanning og blóðroyndir, ið kunnu staðfesta hesa menniskjavariatión, eru enn ikki partur av vanliga tilboðnum. Vit vita tó at eftirspurningurin eftir slíkum kanningum er vaksandi, og at nøkur pør velja at gera kanningar í útlandinum. 

 

Áðrenn vit verða tikin av streyminum, so eiga vit at steðga á, og spyrja okkum sjálvi, um tað nú altíð er gott at vera sum hini. Hjá Javna meina vit, at ymiskleiki er ein styrki fyri eitt samfelag. Heldur enn at royna at standardisera mannaættina meina vit, at orkan hevði verið nógv skilabetur brúkt til at stuðla og menna gávurnar hjá hvørjum einstøkum av okkum.    

 

Tað kann gott vera at læknin var Down, men lat tað ikki lita okkara ímynd av fólkunum, ið eru fødd Down Syndromi. 'Up-syndrom' hevði verið meira hóskandi heiti, men navnið fáa vit illa gjørt nakað við. Men um vit velja at fylgja eftir okkara grannalondum í hesum týðandi etiska spurningi er okkara egna avgerð.   


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.