19.04.2017 - Av: fp

Visti tú, at føroyingar kunnu fáa bæði danskt og føroyskt fylgjarakort?

 

Nú summarið nærkast, og fleiri helst fáa betur stundir at taka sær av løttum í egnum landi, ella uttanlands, vilja vit minna á fylgjarakortskipanina, har fólk, ið mugu hava fylgjara við sær tá tey skulu til tiltøk, ikki skulu hava eyka útreiðslur, tí tey skulu gjalda bæði fyri seg sjálvan og fylgjaran. Allir stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðulsjáttan frá ávikavíst Mentamála- og Vinnumálaráðnum eru fevndir av skipanini. Tað er Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðslan. Harafturat eru allir stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðulsjáttan frá kommununum fevnd av skipanini. Eisini ferðafólk við Norrønu fáa fylgjaran við ókeypis, um tey hava fylgjarakort. Tað er MBF, ið umsitur føroysku fylgjarakortskipanina. Meira um kortið, og hvussu tú søkir um tað finnur tú á heimasíðuni hjá MBF mbf@mbf.fo.  

 

Men visti tú at Føroyingar eisini kunnu søkja um at fáa danskt fylgjarakort? Danska kortið gevur ókeypis atgongd fyri fylgjara á heilt nógvum støðum. Á heimasíðuni hjá Danske Handicaporganisationer finnur tú meira kunning um kortið, og hvussu tú søkir um tað: http://www.handicap.dk/brugerservice/ledsagekort/. Tað kann taka ein góðan mánaða at fáa danska kortið, so um tú skalt til Danmarkar at ferðast í summar, og kundi hugsað tær at fingið ágóða av fylgjarakortinum, er at skunda sær at søkja um tað. Kortið kostar kr. 200, og er galdandi í 3 ár.

 

Um tykkum tørvar hjálp til at søkja um kortið eru tit vælkomin at venda tykkum til Javna.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.