08.05.2017 - Av: fp

Stórur tørvur á eftirskúlatilboði til ung við serligum avbjóðingum

Ímeðan teirra javnaldrar fara víðari á miðnámsútbúgving, fara út á arbeiðsmarknaðin, í læru, ella í skúlatilboð uttanlands, so hava ung við serligum avbjóðingum alt ov fá tilboð. Í staðin fyri at fáa møguleika at brynja seg til framtíðar avbjóðingar, so enda fleiri teirra í einari lítið mennandi bíðistøðu. Fyri nøkur eydnast tað at finna onkra skilagóða loysn, men fyri fleiri ganga dagarnir frammanfyri telduni ella sjónvarpinum. Megna tey ikki at vera einsamøll heima, so verða tey í onkrum førum ‘parkeraði’ í tilboði frá tí almenna. Hetta er sera ørkymlandi fyri tey ungu og teirra avvarandi. Javni heitir á politisku myndugleikarnar um at seta á stovn nýtt eftirskúlatilboð, og skýtur upp, at tilboðið verður staðsett í bygningunum, har Næmingaheimið á Argjum húsast í dag.

 

Tað er komið okkum fyri oyra, at so fáðir næmingar av bygd í dag hava tørv á einum bústaði í samband við skúlagongd á serskúlanum á Trøðni, at ætlanin er at lata Næmingaheimið á Argjum aftur. Um tað er rætt, so loyva vit okkum at skjóta upp, at Mentamálaráðið og Almannamálaráðið í felag miðja eftir at brúka hølini til nýggjan eftirskúla til ung fólk við serligum avbjóðingum - eitt líknandi tilboð sum Rásin í Saltangará.

 

Minst 40 potentiellir eftirskúlanæmingar

Tørvurin á serligum skúlatilboðum er stórur. Ein tørvsmeting, sum Almannaverkið og Sernám í 2015 gjørdu av borgarum í aldrinum 16 til 25 ár vísir, at 70 ung fólk við menningartarni, og 33 við autismu ikki høvdu eitt skipa skúlatilboð. Tey flestu av hesum búgva í Suðurstreymi. Serliga skipað miðnám (SSM) varð sett á skinnarar í 2015, og hava 37 av hesum næmingum síðan fingið skúlatilboð á Kambsdali, í Havn í Klaksvík, og á Rásini í Saltangará. Eftir summarfrítíðina fáa 13 ung fólk við menningartarni eitt skúlatilboð eftir fólkaskúlan: 4 á SSM í Kambsdali, 2 á SSM í Klaksvík, og 7 á eftirskúlanum Rásini í Saltangará. Harafturat byrjar ein autismuflokkur í Hoydølum við 12 næmingum. Samstundis sum at vit fegnast um tey skúlatilboðini sum eru sett á stovn, so vilja vit vísa á, at alt ov langt er ímillum útboð og eftirspurning!

 

Út frá tølunum, so vita vit, at minst 40 ung í aldrinum 16-25 ár ikki hava nakað skúlatilboð í dag! Tølini hjá Almannaverkinum og Sernám umfata tó bert ungdómar, ið eru skrásettir at hava serligar avbjóðingar - reella talið er uttan iva munandi hægri.

 

Sjálvandi vænta og vóna vit at MMR frameftir fer at uppraðfesta SSM-tilboðið, soleiðis at fleiri ung við menningartarni og øðrum avbjóðingum, sum ynskja tað, fáa eitt hóskandi miðnámsskúlatilboð. Men sum gongdin er, er sera langt á mál. Tí er grundarlag fyri at seta á stovn minst ein nýggjan eftirskúla beinanvegin, soleiðis at nøkur av teimum ungu, ið ikki fáa eitt miðnámsskúlatilboð í nærmastu framtíð, kunnu fara tí leiðina. Eitt tíðarskeið á eftirskúla búðnar eisini tey ungu, og ger tey meira klárar at fara víðari á SSM. So tað er ikki ein spurningur um at hava eina tilboðið ella hitt - bæði eiga at vera møgulig.

 

Passar sum fótur í hosu til eitt eftirskúlatilboð

Bygningarnir, har Næmingaheimið á Argjum húsast, eru sera hóskandi karmar um eitt eftirskúlatilboð. Bygningarnir hava ikki umbyggingar fyri neyðini, fyri at hýsa einum slíkum tilboð. Har er pláss fyri minst 12 næmingum. Atkoma fyri fólk við rørðslutarni er góð, húsini eru í einum plani, og eru yvirhøvur innrættaði soleiðis, at pláss er fyri øllum. Harafturat liggur bygningurin væl fyri, í friðaligum umhvørvi, og tó tætt við allar hentleikar. Eins og á Rásini kundi eftirskúlin á Argjum gjørt avtalur við virksemið í nærumhvørvinum um at fáa atgongd til teirra hølir - til dømis skúlan á Argjahamri, ítróttarøkið hjá AB, svimjihylin á gamla skúlanum á Argjum, verkstaði á Vón. Harafturat er buss-steðgistað beint við dyrnar, og skjótt er at flyta seg ókeypis í restini av Havnini.

 

Javni hevur heitt á avvarðandi politisku myndugleikar um at hyggja eftir hesum møguleikanum, við vón um, at tað fær gróðrarbotn í skipanini.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.