09.05.2017 - Av: Spyr Meg

Sóknast verður eftir valevnum til nevndina Spyr Meg

Tveir av nevndarlimunum í Spyr Meg standa fyri vali í ár. Sóknast verður eftir, um onnur hava hug at stilla upp. Tí verður skipað fyri valfundum.

 


Á aðalfundinum hjá Javna, sum verður 27. mai kl 15 í MBF húsinum í Havn, verður eisini val til nevndina í Spyr Meg. 


Tveir nevndarlimir, Durita Strøm og Meiken S. Olsen, standa fyri vali.
Tær stilla báðar upp aftur. 


Til tess at kunna um valið og møguleikan at stilla upp verða valfundir í fríttíðarklubbunum Brekkubrá, á Stíggi og í Trivna har Dánial Gram Høgnesen greiðir frá arbeiðnum í Spyr Meg og svarar spurningum. 


Valfundirnir verða sum partur av tilrættaløgdu skráunum fyri frítíðarklubbarnar hesar tíðir og støð: 

  • Á Stíggi í Runavík, mánakvøldið 8. mai kl 19
  • Í Brekkubrá í Klaksvík mánakvøldið 15. mai kl 19
  • Í Trivna í Tórshavn, týskvøldið 16. mai kl 19

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.