29.05.2017 - Av: fp

Aðalfundurin

Ársaðalfundurin hjá Javna varð hildin seinasta leygardag í hølunum hjá MBF. Sigrun Wardum, sum seinastu sjey árini hevur sitið sum nevndarforkvinna, valdi at takka fyri seg, hóast hennara valskeið gongur út um eitt ár. Fía Petersen, sum síðan august 2015 hevur starvast sum dagligur leiðari hjá Javna, tók við sum nýggj forkvinna. Tveir aðrir nevndarlimir stóðu fyri vali, umframt ein varalimur, og tóku hesi við afturvali. Í nevndini Spyr Meg stóðu tveir nevndarlimir fyri vali. Sjey valevni bjóðaðu seg fram til nevndina í Spyr Meg, men eftir atkvøðugreiðslu gjørdist greitt, at sitandi nevndarlimir vórðu aftirvaldir. 

 

Felagið hevði eitt fitt yvirskot av rakstrinum í 2016, og skal partur av hesum nýtast til neyðugar ábøtur á ognina hjá felagnum í Skrivaragøtu, har Frítíðarheimið húsast. Umframt skránna sambært viðtøkunum, so vóru tvey mál á skrá. Annað málið var, at starvsnevndin skeyt upp tí viðtøkubroyting, at reglan í §2 sum er soljóðandi: “at virka fyri endamálsgreinini fyri INCLUSION INTERNATIONAL.” bleiv strikað. Orsøkin til, at nevndin ynskti at strika hesa reglu er, at felagið av ymiskum orsøkum umhugsar at taka seg úr Inclusion International. Aðalfundurin tók undir við hesum. Hitt málið var avtøka av Louis Zachariasens grunninum, men hetta málið varð tikið av skrá. 

 

Eftir aðalfundin varð veitsla á Næmingaheiminum í Marknagili. Út ímóti 200 fólk vóru á veitsluni. Myndir av glaðum veitslugestum verða lagdar út á heimasíðuna ein av komandi døgunum.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.