15.06.2017 - Av: fp

Ráðstevna um kynslig rættindi hjá persónum, ið bera brek

Í døgunum 11. og 12. september skipar Almannamálaráðið/Sig frá saman við Nordisk Velfærdscenter fyri ráðstevnu undir yvirskriftini 'Bryt tabút'. Fyrri dagurin er serliga ætlaður fakfólki/starvsfólki, ímeðan seinni dagurin er ætlaður øllum, sum hava áhuga.

 

Tað er ikki óvanlig áskoðan, at fólk, ið bera brek, ikki hava sama seksualitet, tørv, og rættindir sum onnur. Evnið er umgyrt av tabu, og saman við teimum fordómum, ið valda, stuðlar tað eisini undir, at kynsligur ágangur mótvegis persónum, ið bera brek, í størri mun gongur fyri seg, umframt at ágangurin lættari verður yvirsæddur. 

 

Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum, hon er almenn og ókeypis, men tað er neyðugt at melda til. Tað gera tit á heimasíðuni hjá Nordisk Velfærdscenter. Har finna tit eisini meira kunning um ráðstevnuna.

 

- Leinkja til heimasíðuna hjá Nordisk Velfærdscenter


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.