01.09.2017 - Av: fp

Atlantic Airways er nú við í fylgjarakortskipanini hjá MBF

Nú er ikki longur neyðugt at gjalda dupult fyri flogferðaseðilin, tá tú hevur tørv á at hava hjálpara við á ferðini.

 

 

Avtalan merkir, at fylgjarin hjá tí ferðandi, sum hevur MBF fylgjarakort, fær 50% í avsláttri av galdandi almannakunngjørda ferðaseðlaprísinum, íroknað avgreiðslugjald.

 

Avtalan merkir, at tey, ið hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá tey flýgva við Atlantic Airways, fáa fylgjaran við fyri ein lægri kostna. Fyri fylgjaran skal gjaldast 50% av grundprísinum + avgjøld og avgreiðslugjald. Avslátturin fyri fylgjaran er treytaður av, at tann ferðandi hevur galdandi fylgjarakort frá MBF.

 

Ferðaseðil við fylgjara skal bíleggjast beinleiðis frá Atlantic Airways, sum eisini skal hava avrit av fylgjarakortinum. Ferðaseðilin fyri tann ferðandi við fylgjarakortinum, og fylgjaran, skulu bókast samstundis.

 

Ein partur av gjaldinum fyri ein flogferðaseðil er avgjald. Hetta mugu øll ferðandi gjalda, og tað er ikki fevnt av avsláttri. Ein tilvildarliga valdur einvegis 'Altíð' ferðaseðil úr Vágunum til Billund í oktober kostar kr. 1.749. Skipanin á heimasiðuni hjá Atlantic vísur, at av hesum er grundprísurin kr. 1.469, avgjøld kr. 230, og avgreiðslugjald kr. 50. Í hesum føri er kostnaðurin fyri fylgjaran kr. 1.014,50 (50% av 1.469 + 230 + 50). Er talan til dømis um ein 'Sveiggj' ferðaseðil á somu rutu, ið kostar kr. 635 (til ung ml. 18 og 26 ár ella lesandi) er grundprísurin kr. 355, avgjøldini kr. 230, og avgreiðslugjaldið kr. 50. Í hesum føri hevði kostnaðurin fyri fylgjaran verið kr. 457,50.

 

Vit fegnast um avtaluna við Atlantic, ið ger tað munandi bíligari at ferðast við flogfari hjá teimum, ið hava tørv á fylgjara. Smyril Line hevur verið við í skipanini í tvey ár, og fólk við fylgjarakorti fáa fylgjara við ókeypis, tá tey ferðast við Norrønu. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.