07.09.2017 - Av: fp

Vit sóknast eftir seljarum til familju-kalendaran

Vilt tú hjálpa okkum at selja, vinarliga set teg í samband við okkum, antin við at stókka inn á gólvið á Hoydalsvegi 42, ringja á tel. 208090 ella skriva okkum ein teldupost á skriv@javni.fo

 

Vit bjóða

  • 15 kr. av hvørjum seldum kalendara 
  • Tey, ið ikki ynskja samsýning fáa ein kalendara sum takk fyri ómakin
  • vit trekkja lut um ein ordiliga góðan vinning ímillum seljararnar 

 

Vit krevja

  • at seljarar eru álítandi fólk, sum eru góð við Javna
  • at seljarar yngri enn 14 ár skulu fylgjast við vaksnum
  • at seljarar BERT selja á rutuni, sum tey hava fingið tillutað

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.