13.09.2017 - Av: fp

Stuðul úr Hertzsprungs-grunninum

Fólk, ið hava menningartarn og teirra familjur kunnu nú søkja peningaligan stuðul úr Hertzsprungs-grunninum, ið skal avtakast. Ein minni partur fer til almannagagnlig endamál, sum hava við menningartarn at gera.

 

Grunnurin stuðlar fólki, ið hava menningartarn, og søkjast kann til næstan øll endamál. Tað kundi td verið til stuðul ísv feriu, aktivitetir, keyp av td teldu/ipad, súkklu, klæðir, ella uppihald á háskúla. Hetta eru bert dømi. Tó verður ikki givin stuðul til gjøld fyri fylgjara, ella til slíkt, ið tað almenna eigur at gjalda. Støddin á stuðlinum verður væntandi millum 1.000 og 10.000 krónur.

Dentur verður lagdur á

  • at umsøkjari hevur menningartarn
  • fíggjarligu viðurskiftini hjá umsøkjara
  • væntandi møguleikar hjá umsøkjara sjálvur at fáa til vega tað, ið søkt verður um
  • um stuðulin kann verða við til at fáa til vega tað, ið søkt verður um

 

LEV upplýsur, at umsøkjarar skulu upplýsa cpr-nummar. Hetta hava vit ikki í Føroyum, so føroyingar skriva sítt p-tal. Verður søkt um stuðul til almannagagnligt endamál skal v-tal upplýsast.

Umsóknarfreistin er 1. oktober 2017, og søkjast skal via viðhefta umsóknarblað. Eru spurningar viðvíkjandi hesum kunnu fólk venda sær til Sonju Pelle Nielsen hjá LEV.

 

Umsóknir skulu sendast til:

 

LEV

Blekinge Boulevard 2

2630 Taastrup

Danmark

ella til lev@lev.dk

 

Umsøkjarar fáa svar um hálvan oktober.

 

- Umsóknarblað

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.