19.09.2017 - Av: fp

Klárt at selja

Uttanfyri miðstaðarøkið verður heilt skjótt klárt at selja eisini. Vit mangla enn seljarar, so um tú vilt hjálpa okkum at selja, vinarliga set teg í samband við okkum, antin við at stókka inn á gólvið á Hoydalsvegi 42, ringja á tel. 208090 ella skriva okkum ein teldupost á skriv@javni.fo

 

Javni letur seljaranum 15 kr. fyri hvønn seldan álmanakka. Harafturat fara vit aftur hesuferð at trekkja lut um ein ordiliga góðan vinning millum seljararnar. Vinningurin hesuferð er tann spildurnýggja Iphone 8 (64GB) og eitt flott Apple Watch 2 frá Elding. Tú fært ein ‘lutaseðil’ fyri hvønn álmanakka sum tú selur, so tað er ein fyrimunur at selja so nógvar sum gjørligt. Trekt verður ímillum teir seljarar, ið eru lidnir at selja 31. oktober 2017, og tí ræður um at vera liðug at selja sum skjótast. 

 

Álmanakkateksturin hesuferð snýr seg um luttøku í mentunarlívi, frítíðartilboðum og ítrótti. Øll hava vit sama rætt til at verða við í tí, ið gongur fyri seg í samfelagnum, men fyri summi kunnu vera forðingar ið viðføra, at tað ikki altíð er so lætt. Tólv virkin ungfólk prýða mánaðarmyndirnar.

 

Mikudag, hósdag og fríggjadag í hesi vikuni er skrivstovan hjá okkum á Hoydalsvegi 42 opin til klokkan 18, soleiðis at seljarar kunnu avheinta álmanakkarnar.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.